Í kvøld skal hesin rista Vaglið

Tórsfest verður hildin í miðbýnum í Havn í kvøld

Klokkan 16 í dag byrjar Tórsfest í miðbýnum í Havn. Tórfest bjóðar konsertir, undirhald og spæliland fyri børn.

Tórsfest er árlig konsert, sum verður hildin vikuskiftið fyri ólavsøku. Hetta er ein dagførd útgáva av gomlu ólavsøkukonsertini.

Fleiri útlendskir bólkar kunnu upplivast á pallinum í kvøld. Helst kendasta navnið er Dee Snider, sum var sangari í Twisted Sister. Hann fer at spæla sangir av sínari soloútgávu og hitt hjá Twisted Sister. Dee Snider er kendur fyri sínar lívligu og sannførandi pallframførslur.

Í kvøld kunnu fólk eisini uppliva bólkar sum Suspekt, Halberg & Friends, Danny & The Veetos og Martin Jensen. Fyrsta konsertin er kl. 16.00, seinasta konsertin byrjar kl. 02.00.

Tórsfest verður hildin á Vaglinum og gongugøtuni mitt í Havn.