Í kvøld skal Teitur royna seg í "Toppen af Poppen"

Teitur skal tulka sangir hjá nøkrum av fremstu tónleikarunum í Danmark, og teir skulu eisini tulka sangirnar hjá honum

Í kvøld verður fyrsti parturin av donsku tónleikasendingini Toppen af Poppen vístur á TV2. Teitur Lassen er millum teir fimm tónleikararnar, sum hyggjararnir skulu fylgja komandi vikurnar.

Toppen af Poppen er ein sera væl umtókt sending, har kendir tónleikarar skulu tulka sangirnar hjá hvørjum øðrum.

Umframt Teit, so eru hinir tónleikararnir Medina, Kwamie Liv, Carl Emil Pedersen, Chief 1, Cæcilie Norby og Anders Blichfeldt. 

Nógvir av sangunum, sum hava verið tulkaðir her, hava fingið nýtt lív og eru blivnir fólkaogn í Danmark í dag. Tað verður spennandi at síggja, hvussu danirnir velja at tulka sangirnar hjá Teiti.

Toppen af Poppen verður at síggja klokkan 19 á TV2.