Í morgin byrjar rørslu-jólakalendarin á in.fo

Dagarnir 1.-24. desember fáa lesarar á in.fo høvi til at gera kropsligar venjingar hvønn dag við persónligum venjara

Dagarnir 1.-24. desember fáa lesarar á in.fo høvi til at gera kropsligar venjingar hvønn dag við persónligum venjara.

21 ára gamla Ronja H. Joensen av Skála býr í Danmark, har hon er undir útbúgving sum persónligur venjari og kostráðgevi við skeiði innan børn og yvirvekt.


- Mær dámar sera væl í skúlanum, og áhugin fyri venjing og sunnum vanum er vaksin, sigur hon.


Tá hon fekk hugskotið til rørslukalendara, gekk ikki long tíð, áðrenn tað varð sett í verk, og hon stovnaði eitt tiltak á sosiala miðilinum Facebook. 

- Tað er lætt at samskifta á sosialu miðlunum, so fólk kunnu í ávísan mun røra seg heima og samstundis fáa vegleiðing, sigur Ronja H. Joensen.

- Fólk hava so nógv um at vera serliga um jóltíðir. Tað er myrkt, og ofta er ringt veður, og tá røra fólk seg minni enn um summari, tá veðrið er betri, sigur hon.


- Tað er alneyðugt at fólk røra seg, og vit skulu helst røra okkum í minst 30 minuttir um dagin, sum tey almennu kostráðini viðmæla. Eg vóni tí, at jólakalendarin hjá mær kann vera við til, at fáa fólk at røra seg meira í desembur, enn tey annars høvdu gjørt, sigur persónligi venjarin.

 

Ronja H. Joensen býr í Danmark í løtuni, men hon kemur til Føroya at arbeiða sum persónligur venjari og kostráðgevi til jóla.

 

Hon er ovfarin av stóru undirtøkuni, sum tiltakið hevur fingið, og samstundis vísir tað á, at har er ein tørvur. Fólk vilja fegin venja og røra seg, heldur hon. 

 

-Eg síggi eisini, at fleiri hava bjóðað øðrum við, tað er eisini eyka stuttligt at fáa tað sosiala við. Hetta er eitt ókeypis tilboð til øll, og venjingarnar krevja ikki eyka útstýr. Eg vóni, at luttakararnir fáa gleði av venjingunum, sigur hon.