Í morgin halda tey Tórsfest

Tórsfest bjóðar eitt nú popp úr Danmark, landaplágur úr Føroyum og rock úr USA

Dee Snider framførir á Vaglinum í Havn leygarkvøldið

Dee Snider framførir á Vaglinum í Havn leygarkvøldið

Rockur úr USA, poppur og rappur úr Danmark og landaplágur av føroyska tónleikapallinum.

Tað verður nakað av tí, sum fólk kunnu uppliva, tá ið konsertin Tórsfest verður í Havn í morgin. Tórsfest er ein dagførd útgáva av gomlu Ólavsøkukonsertini og verður hildin á Vaglinum í høvuðsstaðnum.

Fleiri útlendskir bólkar spæla á Tórsfest. Hesaferð eru gestirnir serliga úr Danmark, haðani artistarnir Suspekt, L.O.C, Halberg & Friends, Martin Jensen og Hjalmer Larsen koma.

Úr USA kemur rockstjørnan Dee Snider, sum er kendur sum sangari í bólkinum Twisted Sister. Hann spælir nú við egnum bólki, og fer at syngja bæði egnar sangir og sangir hjá Twisted Sister.

Umframt útlendsku gestirnar fara eisini nakrir føroyskir bólkar á pallin. Saint Kodiak, sum er nýggja navnið hjá Gunnar Mikkelsen, I AM og Danny & The Veetos hava pláss í skránni. Harafturat verður eisini barnaundirhald, tá ið tiltakið byrjar seinnapartin leygardagin.

Skráin fyri Tórsfest er frá kl. 16.00 til 03.00, og konsertirnar verða á tveimum ymiskum pallum. Harafturat verður eisini spæliland fyri børnini.


Dee Snider framførir á Vaglinum í Havn leygarkvøldið