Í morgin kappast Jórun um heimsmeistaraheitið

Eg eri móð og komin upp í rak. Eg fái lítið at eta, og eg má drekka nógv vatn. Kroppurin er troyttur, men nú má eg halda á, til kappingin er av, sigur hon

Mynd: Privat

Mynd: Privat

Føroyska bodybuilding drotningin, 49 ára gamla Jórun Larsen Mørkøre, er í amerikanska statinum New York og leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til dagin í morgin. Tað er nevniliga í morgin, at Jórun skal trína á pall saman við 14 øðrum kvinnum í heimskappingini hjá Natural World Bodybuilding Federation (NWBF) í hennara bólki og kappast um heimsmeistaraheitið í Bodybuilding. 

Vit fingu orðið á Jóruna í morgun, og hon greiðir frá, at bólkurin hon er í - Pro Women's Bodybuilding - skal á pall sum tann fyrsti í morgin ári, og hon er ógvuliga spent men eisini móð.

- Eg eri móð og komin upp í rak. Eg fái lítið at eta, og eg má drekka nógv vatn. Kroppurin er troyttur, men nú má eg halda á, til kappingin er av, sigur hon. 

3. november í ár vann Jórun Larsen Mørkøre størstu undankappingina til heimsmeistarakappingina, har hon eisini kappaðist móti teimum flestu av kappingarneytum hennara. Av tí at hon fekk fyrsta pláss til undankappingina fyri bert 12 døgum síðani, heldur Jórun at væntanirnar kring hana eru stórar. 

- Eg havi hoyrt fólk her tosa um, at tey halda, at eg havi bestu symmetri, og eg veit, at tey vænta, at eg eri í toppinum, sigur Jórun Larsen Mørkøre, sum eisini sjálv hevur høgar væntanir. 

- Eg vóni, at eg hesar 12 dagarnar frá tí at eg vann undankappingina havi klárað at hildið kroppin óbroyttan. Tað hevur alt at siga fyri meg, at eg vinni í morgin. Eg havi arbeitt framímóti hesum í fleiri ár, sigur hon. 

Jórun hevur boðað stuðlum sínum frá, at vinnur hon í morgin, so gevst hon at kappast á hesum støðinum. 

-Eg gevist tó ikki at venja. Tað ætli eg mær altíð at halda á við, sigur hon støðuføst. 

Vinnarin av kappingini í morgin vinnur 1000 amerikanskar dollarar, greiður Jórun Larsen Mørkøre skemtiliga fra.

- Eg geri hetta á ongan hátt fyri fíggjaligan vinning. Her er tað bert passiónin, ið drívur verkið, sigur hon. 

Kappingin um heimsmeistaraheitið í Pro Womens Bodybuilding byrjar á leið klokkan 14.30 føroyska tíð. 

Kunnað verður nærri um, hvørt kappingin kann stroymast beinleiðis á netinum 

 

 

 

 

 

Mynd: Privat