Í næstu viku verður hjálparpakkin lagdur fyri Løgtingið

Hvør fyritøka kann fáa 10 milliónir

Gongst sum Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar, verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at hjálpa ferðavinnuni burtur úr kreppuni, hon er komin í av koronu.

Tað sigur landsstýrismaðurin eftir at Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvat ætlanin er at gera fyri at bjarga ferðavinnuni.

Helgi Abrahamsen sigur, at landsstýrið hevur skrúvað ein hjálparpakka saman til ferðavinnuna. Í løtuni er uppskotið farið til viðmerkingar hjá ymsum avvarðandi og hann sigur, at ætlanin er at leggja hann fyri Løgtingið í næstu viku.

Eftir uppskotinum kann hvør fyritøka, fáa í mesta lagi 10 milliónir, men so kunnu tær eisini lønarískoyti til 10 kjarnustarvsfólk í fyritøkunum.

LES MEIRI HER: Nú kemur hjálpin til ferðavinnuna

Hann ásannar, at korona er farið illa við ferðavinnuni og hann væntar, at avleiðingarnar fara at merkjast í fleiri ár.

Tí er vandi fyri, at fólk við serkunnleika í ferðavinnuni, leita sær í annað starv, og tað kann verða tungt at byggja vinnuna uppaftur.

Í ferðavinnuni stórfegnast tey um at hjálparpakkin til ferðavinnuna nú kemur. Les meiri um tað her: Hon er ómetaliga fegin.