Í nátt skal klokkan flytast fram

Klokkan eitt í nátt verður klokkan flutt til klokkan 2 og harvið hava vit summartíð – sum vit hava havt nú í 40 ár.

Tað var í 1980, at summartíð varð sett í gildi við løgtingslóg.

Men summartíð hevur áður verið. Í Danmark kom hon í glidið fyrstu ferð í 1916, síðani aftur í 1940 - 1948. Summartíð, sum vit kenna hana í dag, hevur verið í gildi í Danmark og Føroyum síðani 1980.

Fyrstu árini varð flutt til summartíð seinast í apríl og aftur til vetrartíð seinast í september. Síðan 1996 hava vit flutt til summartíð samstundis sum ES-londini, frá seinasta sunnudegi í mars til seinasta sunnudag í oktober.

Formliga eitur tað, at klokkan 01.00 seinasta sunnudag í mars verður klokkan flutt til 02.00. Seinasta sunnudag í oktober verður flutt aftur hin vegin. Klokkan 02.00 verður klokkan flutt aftur til 01.00.

Ein máti at minnast, hvønn veg klokkan skal flytast, er at hugsa um, at vit vilja njóta summarljósið.Klokkan skal tí altíð flytast móti sumrinum: fram um várið og aftur um heystið