Í nátt verður kolandi stormur

DMI roknar við vindi upp í 33 m/s og harðari hvirlum

Danska veðurstovan DMI oknar við stormi og ódnarhvirlum í nátt.

DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av útsynningi og eystri, sólglottar og ælaveður. Seinnapartin meira skýggjað veður av suðri. Í kvøld veksur vindurin upp í skrið, 13-18 m/s av eystri. Skýggjað og regn.

Í nátt veksur vindurin upp í storm, 25-28 m/s, ella kolandi storm, 29-33 m/s, við hvirlum av ódnarstyrki – tað er yvir 33 m/s. Tað verður regn ella ælaveður.

Sunnumorgunin og fyrrapart minkar vindurin niður í 13-18 m/s av suðri og útsynningi, men møguleiki verður fyri stormhvirlum. Tað klárnar, og sólin kagar fram, men onkur æl koma eisini. Hitin alt tíðarskeiðið millum 5 og 8 stig.