Í umboðsráðið og býráðið at gera munin!

- Brennur man fyri onkrum og vil broyting, so má man verða har avgerðirnar verða tiknar, tí stilli eg bæði upp til umboðsráðið hjá Betri og býráðsvalið í Tórshavnar kommunu 10.nov, sigur Bjørg Dam. 

Eg eri bæði privatur kundi og vinnukundi, og havi nærum alt mítt banka-, pensjóns- og tryggingarvirksemið hjá Betri.  Tí eri eg sera tengd av, at fyritøkan er rikin skynsamt og trygt, soleiðis at vit ikki rinda meir enn gott er, og at bankin ikki aftur fer á húsagang. 
Á umhvørvisøkinum kann ein so stór fyritøka verða lokomitiv fyri alt samfelagið bæði innanhýsis í fyritøkuni og sum íleggjari, tað vil eg virka fyri. 

Men umboðsráðið hevur so eisini ein fingur í spælinum, tá tað kemur til nógvan stuðulspening, sum eigur at fara har teir gera størsta gagn! 

Sum forkvinna í ADHD felagnum arbeiði eg sjálvsagt fyri betri lívsgóðsku hjá børnum og vaksnum við ADHD. Eg veit, at lívgóðskan kann betrast munandi við tíðliga innsasti, upplýsing og undirvísing. Samfelagið hevði verið t.d. verið tryggari við góðum heiligvágsskápum við kodulási. 

Somu átøk høvdu á gagnað Betriikki so lítið, tí talið av skaðatilburðum og tryggingarskaðum høvdu minkað.

Danski Rockwool fondurin hevur roknað út, at óviðgjørd ADHD kostar danska samfelagnum 5mia. kr. árliga. 

 

Eisini er Betri ein lyklaspælari tá tað kemur til bústaðarmarknaðin í Føroyum. Tað er Tórshavnar kommuna eisini, serliga nú hon hevur fingið heimild at byggja eldra- og lestraríbúðir. Vit skula hava fleiri búðstaðir, tað er einki sum eitur. 


Tí bjóði eg meg sjálvandi fram til bæði valini.  

-Eg vil heita á øll, sum enn ikki hava valt til umboðsráðið um at brúka sín rætt at velja. 
Seinasta freist er 28.sept.