IA vann valið í Grønlandi

Nú tey eru liðug at telja atkvøður í Grønlandi er greitt, at vinstrasinnaði andstøðuflokkurin IA (Inuit Ataqatigiit) vann valið.

 

 

Sannur veitslurómur var í leguni hjá Inuit Ataqatigiit (IA) í Nuuk, tá úrslitið varð greitt (Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix)

Sannur veitslurómur var í leguni hjá Inuit Ataqatigiit (IA) í Nuuk, tá úrslitið varð greitt (Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix)

Flokkurin fór úr 25,5 prosentum upp í 36,6 prosent.

Men hóast stjórnarflokkurin Siumut sambært veljarakanningum stóð til søguliga stóra afturgongd, so gekk tað als ikki so. Flokkurin hevði framgongd, fór úr 27,7 prosentum upp í 29,4. Men av tí at framgongdin hjá IA var 11,1 prosent, yvirhálaði IA Siumut og fær 12 tingfólk, meðan Siumut fær 10.

Sum skilst eru tey í IA sinnað at gera samgongu við Naleraq, sum fekk fýra fólk vald á ting. Tilsamans hava IA og Naleraq teir neyðugu 16 tingsessirnar til at skipa nýggja samgongu.

Tað merkir so, at ætlanirnar um námsvinnu í Kvanefjeldet verða steðgaðar. Tað hevur fylt nógv í valstríðnum og hevur verið størsta ósemjan millum landsstýrisflokkarnar og andstøðuna, sum vann valið.

Fimm av teimum sjey flokkunum, sum stillaðu upp, fingu umboð vald á ting.

Hesir flokkar og tingfólk vóru vald:

 

A Atassut

1.     Heilmann, Siverth K. - Maniitsoq        217

2.     Jerimiassen, Aqqalu Clasen - Ilulissat 858

 

D Demokraterne

1.     Nielsen, Jens-Frederik 494

2.     Olsen, Nivi       501

3.     Wangenheim, Anna    531

 

IA Inuit Ataqatigiit

1.     Egede, Aqqaluaq B.     1.287

2.     Egede, Múte Bourup  3.380

3.     Egede, Stine - Qaqortoq         133

4.     Geisler, Sofia   116

5.     Høegh, Eqaluk 649

6.     Jeremiassen, Kristian - Qasigiannguit 118

7.     Karlsen, Mimi - Maniitsoq      156

8.     Lund, Kalistat  276

9.     Narup, Asii Chemnitz  983

10.  Nathanielsen, Naaja H.           422

11.  Olsen, Peter - Aasiaat 255

12.  Paviasen, Mariane      240

 

N Naleraq

1.     Broberg, Pele - Nuuk  550

2.     Enoksen, Hans - Itilleq 1.471

3.     Napâtok', Jens - Upernavik     324

4.     Nûko, Emanuel - Tasiilaq        161

 

S Siumut

1.     Høegh-Dam, Qarsoq   796

2.     Jensen, Aslak Vilhelm 814

3.     Jensen, Doris Jakobsen - Nuuk           161

4.     Jensen, Erik     1.186

5.     Kielsen, Kim    1.841

6.     Kúko, Mala Høy - Tasiilaq       161

7.     Motzfeldt, Vivian        237

8.     Olsen, Anders Simon - Nanortalik      199

9.     Poulsen, Lars   170

10.  Svane, Jess      197

 

Fleiri hagtøl kunnu síggjast á valg.gl

Sannur veitslurómur var í leguni hjá Inuit Ataqatigiit (IA) í Nuuk, tá úrslitið varð greitt (Foto: Emil Helms/Ritzau Scanpix)