Íbúðir ganga sum heitt breyð í Nuuk

Tað gongur væl at selja íbúðir í Nuuk, sum eru hóskandi í stødd og prísi. - Eftirspurningurin er als ikki nøktaður, siga ognarseljarar.

Mynd: Leiff Joaefsen

Mynd: Leiff Joaefsen

 

Ognarseljarar í Grønlandi standa í bíðirøð fyri at fáa hús og íbúðir at selja í Nuuk, og sambært Grønlands Ejendomskontor eru nýggju íbúðirnar við Vandsøvej í Nuuk als ikki nógmikið til at nøkta stóra eftirspurningin.

Sølan av íbúðunum við Vandsøvej gongur sum heitt breið, og tað er Grønlands Ejendomskontor, sum hevur staðið fyri søluni. Á skrivstovuni eru tey als ikki ovfarin av, at sølan hevur gingið so væl.

Larseeraq Chemnitz Egede sigur, at fyrireikingarnar til søluna byrjaðu longu fyri einum ári síðan. Tá varð kunning send út um verkætlanina til eina røð av íleggjarum, sum samstarvað hevur verið við um sølu og leigu.

Og longu fyri einum ári síðan var áhugin stórur, og tá so sjálv sølan byrjaði í endanum av farna ári, vórðu 90 prosent av íbúðunum seldar longu eftir 3-4 vikum. Íbúðirnar við Vandsøvej eru bygdar í einari stødd og prísi, sum tiltalar mong.

Hetta eru lutfalsliga smáar íbúðir, millum 40 og 70 fermetrar, sum eru vælegnaðar til ung og fólk, sum seta búgv fyrstu ferð. Tær liggja eisini væl fyri í býnum. Sambært Larseeraq Chemnitz Egede er rentan eisini søguliga lág, og hetta er helst eisini ein av orsøkunum til, at sølan hevur gingið so væl.

 

 

Mynd: Leiff Joaefsen