Fuglfjarðaprestur heldur røðu á fólkafundi

Árligi fólkafundurin á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellur verður - um viðrar - í morgin sunnudagin, 9. august, kl. 15.30.

Árligi fólkafundurin á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellur verður - um viðrar - í morgin sunnudagin, 9. august,  kl. 15.30.

 

Røðari verður  Anne Mette Greve Klemensen, prestur.

 

– Annars hugna vit okkum við felagssangi sum hini árini. Farið verður til gongu frá  kunningarstovuni á Bugnum kl. 14. Tiltakið er ókeypis. Øll eru vælkomin, siga tey av Kunningarstovuni og Fornminnisfelagnum í Fuglafirði.