Bakkafrost 727 milliónir krónur í avlopi

Úrslitið hjá Bakkafrost fyri 2013 var 727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt.

Úrslitið hjá Bakkafrost fyri 2013 var 727 milliónir krónur fyri skatt og 589 milliónir krónur eftir skatt. Fyri fjórða ársfjórðing 2013 var úrslitið fyri skatt 174 milliónir krónur og 138 milliónir krónur eftir skatt. Alideildin hevði gott úrslit orsaka av góða laksaprísinum, meðan felagið framvegis missir pening av sølusáttmálum fyri lidnar vørur. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri royndist væl.

– Fjórði ársfjórðingur var góður hjá okkum. Úrslitið er tó merkt av, at tøkan av laksi í Fuglafirði varð framskundað, tá ið amøbur vórðu funnar. Marknaðurin var kortini við okkum. Eftirspurningurin eftir laksi vaks skjótari enn útboðið, og hetta sæst aftur í laksaprísunum. Sølusáttmálar fyri lidnar vørur viðførdu tap. Staðfestingin av fyrst amøbum og síðan ILA virus er enn ein ámining um, at tað gongur upp og niður í alivinnuni. Hetta mugu vit, sum reka vinnuna, eins og tey, sum skipa karmarnar fyri vinnuna, minnast til, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

 

Bakkafrost seldi 11.097 tons av laksi í fjórða ársfjóringi í alt, og fyri alt 2013 seldi felagið 41.268 tons av laksi. Hetta er nakað minni enn í 2012, tá ið Bakkafrost seldi 44.341 tons.

 

Úrslitið frá primerum rakstri í fjórða ársfjórðingi hjá alideildini var 130 milliónir krónur í mun til 84 milliónir í sama tíðarskeiði í 2012. Orsøkin til hækkingina er góði marknaðarprísurin.

 

Liðugvørudeildin hevði eitt undirskot frá primerum rakstri á 6 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi móti einum vinningi á 11 milliónir krónur fyri sama tíðarskeið í 2012. Orsøkin til laka úrslitið er, at laksaprísurin (rávøruprísurin) hevur verið høgur í ársfjórðinginum, samstundis sum avtalaðu prísirnir fyri liðugvørur vóru á einum lægri støði. Arbeitt verður nú í tveimum skiftum bæði í Fuglafirði og á Glyvurm. 230 starvsfólk taka sær av framleiðsluni av liðugvørum, og stórar íløgur eru fyri framman fyri m.a. at tryggja framhaldandi gott kappingarføri.

 

Havsbrún, sum framleiðir fiskamjøl, lýsi og laksafóður, hevði eitt úrslit frá primerum rakstri á 15 milliónir krónur í fjórða ársfjórðingi 2013 í mun til 12 milliónir krónur í sama tíðarskeiði í 2012. Felagið tók ímóti meira rávøru til framleiðslu av lýsi og mjøli, sum eru høvuðsrávørurnar, tá ið tú skalt framleiða dygdar gott laksafóður. Bakkafrost og Havsbrún leggja stóran dent á, at fóðrið til laksin hevur høgt innihald av rávøru úr havinum, hetta er týðandi liður í góðu dygdini á føroyska laksinum.

 

Við ársenda 2013 hevði Bakkafrost samtakið eina samlaða nettoskuld áljóðandi 678 milliónir krónur í mun til 807 milliónir við ársenda 2012. Samstundis hevði samtakið ótroyttar kredittir á 684 milliónir krónur. Solvensurin hjá Bakkafrost var 53%. Grundað á góða úrslitið og góðu útlitini hevur nevndin skotið upp at gjalda vinningsbýti á 4,50 krónur fyri hvørt partabrævið til partaeigararnar.