Ikki neyðugt at kóka vatnið longur

Drekkivatnið í stórum parti av Havnini er reint aftur

Nú kunnu havnarborgarar drekka vatnið úr krananum aftur uttan at stúra fyri, at vatnið er dálkað. Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at drekkivatnið frá vatnverkinum í Villingadali er reint aftur.

Mikudagin í síðstu viku bórust tíðindini um, at bakteriur vóru funnar í drekkivatninum. Síðan tá hevur ein stórur partur av høvuðsstaðnum kókað vatnið. 

Nýggj roynd varð tikin fyrradagin, og úrslitið vísti í dag, at trupulleikin er loystur, og at vatnið er reint aftur.