Ikki semja um seina politiska hjálp til vinnuna

Tað er ikki semja í politisku skipanini um at drála so leingi við hjálp til vinnuna, sum landsstýrismaðurin boðaði frá í gjárkvøldið.

Tað var í Degi og Viku í gjárkvøldið, at Helgi Abrahamesen, landsstýrismaður í vinnumálum kunnaði um, hvat er hjálparpakka 2. Tað sum hevur undrað tey flestu er, at landsstýrið ikki ætlar at gjalda út fíggjarliga hjálp til vinnuna fyrr enn fýra mánaðir eftir, at koronakreppan skræddi fíggjarliga grundarlagið undan at kalla allari vinnu í Føroyum.

Sum in.fo skilir støðuna, so er hvørki semja í samgonguni um hetta, og heldur ikki tekur andstøðan undir við hesum. Hjálpin skal latast alt fyri eitt, siga tey atfinningarsomu.

Klokkan 11 verður tíðindafundur í Kringvarpinum, har landsstýrið fer at greiða frá lógaruppskotinum.

Øll vinnuvirki verða fevnd av hjálparpakkanum, líka mikið stødd. Men størsta upphæddin, sum virki kunnu fáa, er 80.000 krónur um mánaðin.

Fiskivinnan – bæði á sjógvi og landi – er tó ikki við í hesum hjálparpakkanum.