Nú fær Elvis Presley eitt føroyskt fjepparafelag

Hann var nakað heilt serstakt, sigur ein av fyrireikarunum

Nú er ætlanin at stovna eitt Elvis Presley fjepparafelag í Føroyum.

 

Stovnandi aðalfundurin verður í Atlantis í Klaksvík hóskvøldið, og tað eru teir tríggir, John William Joensen, Karl Martin Samuelsen og Finn Antoniussen, sum hava tikið stig til at stovna felagið.

 

Á stovnandi aðalfundinum fara tey at vísa ein tann kendasta Elvis Presley konsertfilmin, That´s The Way It Is, sum nú er gjørdur av nýggjum og talgildur.

 

Ein av stigtakarunum, Karl Martin Samuelsen, sigur, at orsøkin til at tey stovna eitt førosyskt Elvis Presley felag, er sjálvsagt tí, at hann er nakað heilt serstakt í tónleikasøguni.

 

Tað er eingin ivi um, at tað var hann, ið legði lunnar undir Rock´n Roll tónleikin, í hvussu so er tann "hvíta" Rock´n Roll tónleikin.  Samstundis hevði ein eina framúr rødd, og ein heilt serstakan teknikk.

 

Og hansara framførslur á palli vóru eisini nakað fyri seg, og hava verið fyrmyndin hjá nógvum øðrum, eitt nú Michael Jackson, sum gjørdi enn meiri við framførslurnar á palli, men við íblástri frá Elvis.

 

Karl Martin Samuelsen sigur, at tá ið felagið er stovnað, er ætlanin at skipa fyri ymsum tiltøkum, har tey fara at hittast, og fjeppast, sum kann tekur til. Og kanska eisini at savna pening saman til eina ferð til Graceland, har Elvis búði.