Illa farin hús í Gongini til sølu fyri 7 milliónir

Søguliga Nólsoyarstova hevur hýst nógvum ymsum virksemi, men í dag eru húsini illa farin og treingja til ábøtur

Nólsoyarstova í Gongini 10 Mynd: (Ogn.fo)

Nólsoyarstova í Gongini 10 Mynd: (Ogn.fo)

Nú eru eini gomul søgulig hús í Gongini í Havn sett til sølu - Nólsoyarstova.

Nólsoyarstova hevur hýst nógvum ymsum virksemi. Navnið “Nólsoyarstova” kemur frá Jákup Nolsøe, sum var handilsforvaltari, og hann var beiggi Nólsoyar Páll.

Har hevur millum annað verið klædna- og broderíhandil, og Reiðarafelagið hevur havt skrivstovu har í nøkur ár. Dimmalætting var eisini í Nólsoyarstovu í 80’unum, og so hevur matstovuvirksemi eisini verið har.

Grundøki er 236 m2 til støddar. Húsini eru í trimum hæddum, umframt kjallara. Húsini er gjørd av timbri á grótgrund, takt við pappi. Takið hevur verið nýtt sum terassa.  

Ognin er fevnd av serstøku byggisamtyktini fyri Tinganes og Reyn, eind A. Tað stendur til sølu á Ogn.fo. 

Húsini eru í ringum standi og treingja tískil til ábøtur - prísuppskotið er 7 milliónir krónur.

##med2##

Nólsoyarstova í Gongini 10 Mynd: (Ogn.fo)