Grísur skal stingast og bløða út, áðrenn hann verður skoldaður. Mynd: Mattilsynet/ Romerrike.

Illgruni er um at sláturvirki skoldar livandi grís

- Vit kunnu ikki avvísa, at grísurin var á lívi, tá hann varð skoldaður, sigur norska Matvørueftirlitið.

Grísur skal stingast og bløða út, áðrenn hann verður skoldaður. Mynd: Mattilsynet/ Romerrike.

 

Tað hevur vakt ans í Noregi, at eitt privat sláturvirki møguliga skoldar grísar livandi, sum sjálvsagt ikki er loyvt sambært norskari lóg um djóravælferð. Tað er ásett, at grísur skal stingast og bløða út, áðrenn hann verður skoldaður.

Men, spurningurin er, um grísurin á innsettu myndini er skoldaður livandi ella ei. Í øllum førum hevur norska Matvørueftirlitið avdúkað, at grísurin er fullur í blóði, bæði uttan á og innaní - og hann hevur eingi merki, sum standast av stungu.

Talan er um sláturvirkið Furuseth AS í Noregi, sum nú hevur fingið eina bót á 23.000 norskar krónur fyri brot á djóraverndarlógina. - Undir einari eftirlitsvitjan funnu vit ein grís, sum ikki var nóg væl útbløddur, sigur Eirin Helland, sum starvast hjá Matvørueftirlitinum, við NRK.

Reglurnar siga, at áðrenn grísur verður skoldaður í glóðheitum vatni, soleiðis at hárini loysna, er tað skyldan hjá sláturvirkinum at vissa seg um, at grísurin er deyður. Grísurin verður fyrst doyvdur við CO₂-gassi. Síðan verður hann hongdur upp, stungin og sleppur at bløða út. Soleiðis verður grísurin doyvdur fram til, hann doyr.

Tað var hin 2. juli í ár, at Matvørueftirlitið kom fram á grísin, sum var skoldaður - uttan tekin um, at hann fyrst varð stungin og avlívaður. Eirin Helland sigur, at hon ongantíð áður hevur upplivað, at ein grísur ikki er vorðin avlívaður við stungu, áðrenn hann er vorðin skoldaður.

Í frágreiðingini hjá Matvørueftirlitinum stendur, at umrøddi grísur kann vera vaknaður upp frá doyving og soleiðis hava verið við vit, tá hann er skoldaður. Um hetta er hent, hevur hann verið fyri ógvusligari líðing. 

Matvørueftirlitið hevur eftirlit við øllum grísum, bæði fyri og eftir slakt, og tað var í samband við eitt slíkt eftirlit, at tey komu fram á grísin, sum ikki hevði bløtt, soleiðis sum hann skuldi havt gjørt. Tá ein grísur ikki er útbløddur, er hann heldur ikki avlívaður eftir forskriftunum. 

- Vit kunnu ikki avvísa, at grísurin var á lívi, tá hann varð skoldaður. Onkrir doyggja av CO₂-doyvingini, men ikki allir. Vit taka hetta mál í álvara fyri at tryggja djóravælferðina, og vit taka tey stig, sum eru neyðug, sigur Eirin Helland hjá Matvørueftirlitinum við NRK.

Grísur skal stingast og bløða út, áðrenn hann verður skoldaður. Mynd: Mattilsynet/ Romerrike.