Illgruni um ILA í Noregi

Heimasíðan - ilaks.no - veit at siga, at illgruni í løtuni er um ILA-sjúku í einum alibrúki hjá Mowi, sum liggur í Sørfold kommunu.

 

 

 

Mowi læt eina fráboðan til norska Matvørueftirlitið hin 2. juli um, at tey halda seg hava funnið fisk, smittaður við ILA í alibrúkinum Matvika, sum Mowi, fyrrverandi Marine Harvest, eigur.

Felagið hevur gjørt greiningar av royndartøku av laksi og hevur fingið illgruna um, at fiskur í alibrúkinum er fongdur við ILA-smittu.

Matvørueftirlitið hevur vitjað á alibrúkinum og hevur tikið royndir av fiski fyri møguliga at kunna staðfesta sjúkuna.

Úrslitini frá hesum kanningum verða sambært norsku heimasíðuni greið um nakrar dagar.

Umframt at fevna um laks í Sørfold kommunu, er eitt aliøki í Bodø kommunu í løtuni eisini undir eftirliti fyri møguliga ILA-smittu.

Heimasíðan skrivar, at verður ILA funnið í Matvika, verður talan um at hava eitt enn størri øki undir eftirliti til tess at fyribyrgja, avmarka og berja niður sjúkuna.

Væntandi er, at talan verður um eitt verndarøki frá økinum, har fiskurin møguliga er vorðin ILA-smittaður - og einar 10-20 kilometrar haðani.