Illveðrið fekk avleiðingar fyri MARK

Eingir rútar eru eftir á nýggju terassuni við parkeringsplássið

Í gjár hevði nýggja terassan við parkeringsplássið á MARK nógvar glasfipurrútar sum rekkverk. Men tað hevur hon ikki longur.

Stormurin í gjárkvøldið hevur nevniliga syrgt fyri, at allar glasfipurspláturnar eru foknar avstað. Vit hava nakrar myndir, sum vísa, hvussu tað sær út í dag.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

Les eisini: Fingu einar 50 fráboðanir frá fólki um stormskaðar

Tað kann vera ringt at síggja munin millum áðrenn og aftaná við myndum, tá rútarnir eru gjøgnumskygdir

Tekning av MARK, har rekkverkið sæst, sum tað eigur at vera