Illveðrið órógvar ferðsluna

Heldur ikki í morgin verður ferðlsan sambært ferðaætlanini

mynd: Óla Hans A. Olsen

mynd: Óla Hans A. Olsen

Januar er tiltikin illveðursmánaði, og januar 2020 er einki undantak.

Hóast árið bara er nítjan dagar gamalt, so hevur ferðslan longu fleiri ferðir verið órógvað av illveðrinum, sum hevur borið avlýsingar við sær bæði á landi og sjógvi.

Strandferðslan boðar í kvøld frá, at tað aftur í morgin verður talan um avlýsingar.

Talan er um siglingina hjá Teistanum og Smyrli.

Orsaka av veðri vera túrarnir hjá Teistanum úr Skopun klokkan 6.45 og av Gomlurætt klokkan 7.25 ikki sigldir. Fyrsti túrurin úr Skopun verður klokkan 8.10.

Smyril fer av Krambatanga klokkan 6.00 og klokkan 18.45 og av Havnini klokkan 16.00 og 21.15. Siglt verður ikki av Havnini klokkan 8.45 og av Krambatanga klokkan 11.30.

Fyrr í dag koyrdi leið 410 – Fuglafjørður – Gøtudalur – Klaksvík – ikki, men klokkan 18.20 fóru bussarnir aftur at koyra á hesi leiðini.

Leið 600 og 601 (í Sandoy) koyra ikki meiri ídag. Leið 101 (Havnin - Gamlarætt) koyrir ikki fyribils.

Sambært DMI verður ættin um arbeuðstíð í morgin - klokkan 8 - útsynningur, og vindstyrkin verður 15 metrar um sekundið. Í hvirlunum upp í 27 metrar um sekundið.

mynd: Óla Hans A. Olsen