Illveður tarnar fiskiskapi undir Føroyum

Higartil í ár hevur lítið verið fiskað undir Føroyum. Veðrið hevur verið ólagaligt, og nú verður streymurin eisini harður.

 

Nú veðrið hevur verið so ólagaligt higartil í nýggja árinum, hevur lítil línuveiða - og lítil útróður - verið undir Føroyum. Flestu línuskip hava ligið, men tey fara at loysa, tá líkindini batna.

Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey í gjár at siga, at streymurin verður harður í byrjanini av komandi viku, men hann batnar, sum vikan gongur. Veðurforsagnirnar eru framvegis vánaligar.

- Nøkur partrolarapør eru farin til fiskiskap, men øll eru nýliga byrjað. Um onkur kemur inn at landa í næstu viku, verður tað ikki fyrr enn í endanum av vikuni. Allir djúpvatnstrolararnir liggja.

Teir smáu trolbátarnir liggja eisini, og teir ætla sær eisini út aftur, tá veðrið batnar.

- Trý garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamaraknaði Føroya.