India: Vatnflóð kravt 95 mannalív

Myndin er frá einari vatnflóð í India í 2017 Mynd: Ritzau/Scanpix

Myndin er frá einari vatnflóð í India í 2017 Mynd: Ritzau/Scanpix

Í minsta lagi 95 fólk eru dripin av vatnflóðum í samband við regntíðina í India. Tað boðar bretska tíðindastovan BBC frá.

Umframt tey deyðu eru fleiri hundrað túsund fólk flýdd undan vatnflóðunum í sunnara og vestara partinum av landinum.

Í landspartinum Kerala í Suðurindia hava myndugleikarnir flutt burtur 100.000 fólk. Í sama øki meta myndugleikarnir, at 40 fólk hava latið lív.

Fleiri økir í landinum eru eisini vorðin avskorin frá restini av vatnflóðini, og meta myndugleikarnir, at tað eru eini 80 økir, ið tey ikki sleppa til vegna stóru mongdirnar av vatni.

Myndugleikarnir hava heitt á fólk um at søkja tryggleika í hæddunum, so at tey sleppa undan vatnmongdunum.

Vatnflóðir er ein afturvendandi trupulleiki í India í regntíðini, ið er millum juni og september. Í fjør doyðu 200 fólk av vatnflóð í landspartinum Kerala. Tað bleiv mett at vera ringasta vatnflóð í landinum í 100 ár.  

Myndin er frá einari vatnflóð í India í 2017 Mynd: Ritzau/Scanpix