Inga og Bogi: Trý børn upp á tríggjar minuttir

Triðja september gjørdust Inga og Bogi Thomsen foreldur fyri aðru ferð. Men hendan dagin vaks familjan úr trimum í seks, tá lítlu tríburarnir komu til heimin gjøgnum planlagdan keisaraskurð í viku 33 + 2

Bogi, Inga og tríburarnir

Bogi, Inga og tríburarnir

Serlæknar á Landssjúkrahúsinum hava hildið vakið eygað við Ingu Thomsen og tríburunum, hon hevur gingið við. At ganga við tríburum er ikki vandaleyst – bæði fyri mammu og børn, og tí hava skanningarnar verið nógvar í tali, og fylgt hevur verið við, hvussu øll fýra hava tað alla tíðina. Avgjørt varð, at Inga skuldi undir keisaraskurð 3. september.

 

##med2##

 

– Hetta var ein planlagdur skurður, og her var einki gjørt av tilvild. Eg var bergtikin av, hvussu skipað alt var, og hvussu gott tamarhald øll starvsfólkini høvdu á støðuni. Eg visti ikki, hvar eg skuldi plasera meg, tí har var so nógv fólk. Eg taldi 14 fakfólk fólk inni á skurðstovuni umframt meg og Ingu, tá tríburarnir komu, sigur Bogi Thomsen, maður Ingu.

– Har vóru tríggir barnalæknar og seks sjúkrarøktarfrøðingar, flennir hann.

 

Les longri samrøðu við foreldrini í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið. Sosialurin kann eisini keypast talgildur her

Bogi, Inga og tríburarnir

3. september fingu Inga og Bogi tvær gentur og ein drong