Inger Støjberg nýggj næstforkvinna í Vinstra

Nú eru nýggju oddafólkini í stóra danska flokkinum vald

Inger Støjberg (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Inger Støjberg (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Fyrrverandi danska integratiónsmálaráðfrúan, Inger Støjberg, er nú vald sum næstforkvinna í flokkinum, Vinstra. Hetta gjørdist greitt í dag á einum serligum landsfundi, sum Vinstra skipar fyri í Herning Kongrescenter.

Inger Støjberg fekk 577 atkvøður, meðan Ellen Trane Nørby, sum eisini stillaði upp sum næstforkvinna, fekk 206 atkvøður. Tilsamans vóru 788 atkvøður, harav fleiri vóru blankar.

Tað hevur verið nógv rok í toppinum í Vinstra seinasta mánaðin, og hetta fekk fyrrverandi formannin, Lars Løkke Rasmussen, at leggja frá sær sum formaður í flokkinum. Næstformaður Kristian Jensen legði eisini frá sær.

Í tí sambandi varð eisini avgjørt í dag, at formaður floksins verður Jakob Ellemann-Jensen, og tað merkir, at hann saman við Inger Støjberg nú skal standa á odda fyri Vinstra komandi tíðina og bróta upp úr nýggjum. 

- Nú byrjar arbeiðið at samla borgarligu familjuna. Eg kann ikki lova, at alt kemur uppá pláss til næsta landsfund, men eg kann lova, at Jakob og eg fara til arbeiðis. Tit kenna meg. Tit vita, eg eri ein kríggjari. Vinstra verður bara veikari, tá vit berjast innanhýsis, segði Inger Støjberg millum annað við danskar miðlar.

Inger Støjberg (Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)