Ingi Poulsen á aftankvirru í Vágs Kirkju


Aftankvirra verður í Vágs Kirkju fríggjakvøldið 20. septembur. Dagin eftir er Føroya sunnasta 1/2 maraton, og hugsast kann, at rennarar, sum eru komnir suður kvøldið fyri renningina, nýta møguleikan at vitja kirkjuna. 
Seinastu árini, hevur Vágs Kirkja verið karmur um aftankvirrur fríggjakvøld. Og nú fríggjakvøldið kl. 20.45 verður aftur møguleiki at koma í kirkjuna, njóta kvirruna, áðrenn tónleikur og andakt er á skránni. Hesaferð er tað lokali, og eftirhondini sera vælkendi Ingi Poulsen, sum við sínu vøkru rødd og guitar, fer at seta dám á kvirruna, áðrenn ein stutt andakt verður hildin.
Umframt hetta, verða eisini sungnir 1-2 felagssálmar, soleiðis at øll á ein hátt kunnu luttaka og seg sín dám á løtuna.
Kvirran byrjar kl. 20.45, og kl. 21.00 verður so tónleika framførðsla, andakt og felagssangur.