Innbrot í Bónus

Bónus í Hoyvík hevur havt innbrot í nátt.

Løgreglan kannar í løtuni eitt mál um innbrot í Bónus í Hoyvík.

- Har eru týðilig tekin um innbrot, sigur vakthavandi.

Innbrotið er helst farið fram í nátt einaferð, men enn eru tjóvarnir ikki funnir, og tískil er avmarkað hvat løgreglan vil siga um málið í løtuni.

- Løgreglan hevur gjørt kanningar á staðnum, og vit hava havt politihund við, sum hevur elt slóðina. Annars kunnu vit ikki siga serliga nógv annað, meðan vit arbeiða við málinum, sigur vakthavandi.

Av politistøðini verður sagt, at talan er um sigarettir, sum er stolnar fyri áleið 2.000 krónur.