Innbrot í KFUK

Í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at tey í KFUK hava havt óynskta vitjan. Fólk sum høvdu ørindi á staðnum kundu nevniliga staðfesta, at har hevði verið innbrot. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.

Ein rútur í hurðina var brotin og inni í sjálvum hølunum sást, at onkur hevði rótað runt í tingunum. Óvist er tó nær óynskti gesturin var á gátt í KFUK, tí tað eru nakrir dagar síðan, at fólk seinast vóru í hølunum.

Enn er ikki greitt hvat viðkomandi hevur fingið við sær, tí løgreglan ynskti fyrst at sleppa framat at gera neyðugu kanningarnar og tryggja møgulig spor, áðrenn onnur fóru at flyta runt á ymiskt.

Í nátt fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at herverk var framt á eini hús í býnum. Talan var um eitt petti av einari takrennu, ið varð brotin av einum húsi og hevði onkur eisini sæð nøkur ung ganga við einari takrennu.

Tá løgreglufólk komu á staðið kundu tey staðfesta, at ymisk onnur pettir eisini lógu í økinum, men av tí at tað var myrkt bar ikki til at staðfesta, um tað var sama takrenna ella um herverk varð framt á fleiri hús. Fleiri kanningar verða gjørdar í tí málinum í dag.