Um fýra tíðina í nátt fekk løgreglan boð um innbrot í skeinkistaðið Maverick í Klaksvík.
Tað var ikki nógv, ið tjóvurin hevði fingið við sær út úr Maverick; nakrar fáar fløskur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Lukkutíð var tjóvurin komin í skoðmálan hjá vakmyndatólinum, og tí var skjótt hjá løgregluni at finna tjóvin.
Løgreglan kendi tjóvin, tí hetta var ein, ið hevði verið í hóslag við løgregluna fyrr, sigur vakthavandi.
Tjóvurin verður nú avhoyrdur og skuldsettur fyri innbrot.
Eisini var ein patrulja og gjørdi ferðamátingar í Kollfjarðadali í nátt, og úrslitið gjørdist, at fýra bilførarar fingu klipp í koyrikortið, tí teir høvdu koyrt ov skjótt.