Innflutningurin tvífaldaður síðan 2009

Í 2019 innfluttu vit fyri 8,1 milliardir krónur av vørum. Hetta er tað mesta, sum er innflutt eitt ár og fyrstu fer, at árligi innflutningurin er oman fyri 8 milliardir krónur. Vøksturin er 400 milliónir krónur ella 5% í mun til 2018, skrivar Hagstovan

Í 2009 innfluttu vit fyri 4,2 milliardir krónur. Seinastu tíggju árini er innflutningurin sostatt næstan tvífaldaður. Tó var 2009 eitt ár, har innflutningurin minkaði nógv vegna fíggjarkreppuna.

Vøkstur er í flestu vørubólkum. Størsti vøksturin er í tilfarið til annan ídnað, sum er vaksin við 299 milliónum krónum, úr 1,6 milliardir krónur í 2018 upp í 1.9 milliardir krónur í 2019. Vøksturin er 18 prosent.

Vøksturin er eisini stórur í bólkinum av tí, sum verið nýtt beinleiðis til húsarhaldsnýtslu. Har er vøksturin 75 milliónir krónur, úr 1,58 milliardir krónur upp í 1,65 milliardir krónur. Vøksturin er 5 prosent.

Tað er minni innflutt av maskinum og amboðum. Úr 1 milliard niður í 800 milliónir. Ein minking á 22 prosent.

Ein stór lækking er eisini í keyptum brennievni. Í fjør varð keypt fyri 1.134 milliónir krónur ímóti 1.283 milliónir krónur árið fyri. Tað er ein lækking á 150 milliónir krónur, og svarar til 12 prosent.

##med2##