Hetta er “monsterfeitt”

Atli Gregersen letur væl at umstøðunum í Ungarn og fegnast um, at áskoðarar vera til dystin

Samrøða við Atla Gregersen

Samrøða við Atla Gregersen

Atli Gregersen verður í kvøld liðskipari, tá føroyska landsliðið spælir næst seinasta dystin í hesi EM undankappingini móti Ungarn í Budapest. Hann letur væl at umstøðunum á spildurnýggja Groupama Aréna leikvøllinum.

 

Hoyr samrøðuna við Atla Gregersen við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg royni at spæla kul, men hetta er monsterfeitt. Leikvøllurin er spildurnýggjur og grasið sær fantastiskt út. Eg giti hetta er tað fimm ara gamlir dreingir droyma um, tá teir byrja at spæla fótbólt, sigur Atli Gregersen við Rás2.

 

Upprunaliga skuldu ongir áskoðarar vera til dystin, men UEFA kúvendi í evstu løtu. Nú verður sagt, at tað helst verður útselt. Eini 24.000 áskoðarar.

 

- Eg haldi tað er betri við áskoðarum. Klára vit at halda teimum frá málinum, so kanska áskoðararnir venda sær móti heimaliðnum. Eg veit ikki um tað hevði verið ein fyrimunir við ongum áskoðarum. Eg havi bara roynt tað til onkran einkultan venjingardyst í Sarpugerði, greiðir Atli Gregersen frá.

 

Atli letur væl at avrikinum móti Ungarn seinast, tá vit taptu 1-0 á Tórsvølli. Tá høvdu okkara bóltin óvanliga nógv.

 

- Eg helt vit spældu seinast móti Ungarn. Tað var gjøgnumbrotið til spælistílin, sum vit kenna hann í dag. Men í dag eru teir trýstir til at skjóta fleiri mál, so vit koma ikki at síggja sama spælið frá teimum hesaferð, sigur Atli Gregersen.

 

Føroyska liðið er uttan Fróða Benjaminsen, Hall Hansson og Brand H. Olsen, sum allir hava leikbann.

 

- Maður kemur í mans stað, men hatta er tríggir avbera góðir spælarar, sum vit skulu klára okkum uttan. Hinvegin, so eru vit eru tryggir í spælistílinum, og vónandi eru nýggi menninir svangir eftir einum góðum úrslitið, sigur Atli Gregersen.

 

Hoyr eisini Atla Gregersen fortelja hvat hann heldur um Christian L. Holst, sum gevst eftir hesa undankappingina, og hvussu tað ber til, at hann hevur hægst prosent-tal fyri rættar avleveringar á landsliðnum. 94 prosent.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 19.45. Rás2 sendir frá klokkan 18.30.