Inngjaldið verður hækkað – men foreldur fáa ikki longri farloyvi

Tað er neyðugt, annars fer barsilsskipanin á heysin

 

 

Á nýggárinum verður gjaldið til barsilsskipanina hækkað. Tað upplýsti Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, tá ið Sambandsflokkurin hevði landsfund.

Tað hevur leingi verið alment, at gjaldið úr barsilsskipanini er nógv størri enn gjaldið í skipanina, og verða broytingar ikki gjørdar, fer skipanin á heysin í næstum.

Helgi Abrahamsen sigur, at tískil verður neyðugt at hækka gjaldið í grunnin, tí barsilisfarloyvið til foreldur, verður ikki skert. Í løtuni er gjaldið 0,71 prosent av lønini. Arbeiðstakarar rinda 0,72 prosent av lønini í barsilsgrunnin og arbeiðsgevarar rinda 0,71 prosent av goldnu lønini í grunnin.

Men nú verður gjaldið ætllað eitt vet. Í løtuni er barsilsfarloyvið 48 vikur og málið hevur verið at hækkað tað upp í 52 vikur, ella eitt ár.

Helgi Abrahamsen sigur, at tað er framvegis málið, men at tað verður ikki gjørt í hesum umfari, tí nú snýr tað seg fyrst um at bjarga skipanini undan at fara á heysin.

Men hann sigur, at verður farloyvið hækkað uppí eitt ár, verður gjaldið í grunnin hækkað upp í 0,9 prosent. So tá ið inngjaldið verður hækka nú, fer at tað at liggja onkustaðni ímillum 0,71 prosent, sum tað er nú, og 0,9 prosent.