Irriterandi flugan er komin fyri at vera

Fólk ringja í heilum til Jens-Kjeld fyri at hoyra um fluguna, lærlitt loðmýggj

Lærlitt loðmýggj eru um 10-13 mm til støddar

Lærlitt loðmýggj eru um 10-13 mm til støddar

Tey flestu hava seinastu dagarnar lagt merki til tær serligu flugurnar, sum veruliga hava gjørt innrás í Føroyum í summar. Tær hava reyð bein, eru ógvuliga seinar og gera ikki nógv um seg. Men tær eru irriterandi og ringar at umganga, tá mann gongur úti. Talan er um fluguna, sum gongur undir navninum “Lærlitt loðmýggj”. 

Flugurnar hava verið í Føroyum í fleiri ár - serliga í Suðuroynni - men nú seinastu fáu árini hava tær gjørt serliga nógv um seg. Í ár er einki undantak, og tær eru at síggja kring alt landið. Tær hanga sum svørt skýggj uppi yvir bønum, og tað skal ikki nógv til, fyri at tú finnur eina ganga í hárinum ella á klæðunum hjá tær, um tú hevur verið úti í eina løtu.

Djórakennarin úr Nólsoy Jens-Kjeld Jensen sigur, at lærlitt loðmýggj er ikki vandamikil á nakran hátt, men at hon í roynd og veru er góð fyri náttúruna, tí hon etur pollen og nektar.

Hann roknar eisini við, at flugan er komin fyri at vera, og vit í Føroyum mugu tí bara venja okkum við hendan nýggja summargestin.

 Í 1860'unum fann ein lækni lærlitt loðmýggj í Suðuroynni. Seinastu 30-40 árini hevur hon trívst væl í Suðuroynni, men nú sær tað út til, at tær eru komnar norður eftir nú seinastu árini. Tað er ikki nógv annað at gera enn at venja seg við, at tær eru her. Lærlitt loðmýggj er komin fyri at vera, sigur Jens-Kjeld Jensen.

– Orsøkin til, at vit síggja so nógvar nú, hevur ivaleyst okkurt við veðurlagsbroytingarnar at gera. Liviumstøðurnar fyri larvurnar eru blivnar betri, og tí nørast tær væl, sigur hann.

Flugurnar plaga at vera her alt summarið, men tá ið vit nærkast ólavsøku, tá plagar tað at minka.

– Í Norra roknar man við, at aftaná tær hava lagt egg, tekur tað trý ár, áðrenn tær verða vaksnar. Í Føroyum bendir okkurt á, at tað bara tekur tvey ár hjá teimum, tí serliga nógvar hava verið at sæð í líka-árum sum 2018, 2014 og 2008. So tað kundi verið, at tær trívast betur í Føroyum. Hetta er bert ein meting og krevur eina størri kanning, sigur hann.

Jens-Kjeld hevur næstan ikki fingið frið fyri hesum flugunum í síðstuni.

– Fólk hava ringt hvønn dag fyri at spyrja um hesar flugurnar. Tey spyrja, um tær eru farligar, og hvussu mann sleppur av við tær. Men tað havi eg einki gott boð uppá, sigur hann flennandi og leggur aftrat, at heili trý hava ringt í dag.

Lærlitt loðmýggj eru um 10-13 mm til støddar