Ísbjarnir gera um seg á Svalbard

Um dagarnar leyp ísbjørn á ein hund, sum varð so illa løstaður, at hundurin mátti avlívast.

Hundur hevur ongan møguleika móti stórari og sterkari ísbjørn.

Hundur hevur ongan møguleika móti stórari og sterkari ísbjørn.

 

Ísbjarnir gerast meira og meira dagligir gestir millum fólk á Svalbard, og hetta hava tey upplivað bæði í Longyearbýnum og aðrastaðni á Svalbard higartil í heyst. So stór og sterk dýr, sum ísbjarnir eru, eru tær ikki at spæla við.

Eisini í Hornsund, tey rópa, hava álopssinnaðar ísbjarnir lopið ótta á fólk. Hornsund er ein 25-30 kilometra langur fjørður á vestursíðuni á Spitsbergen á Svalbard, og fjørðurin er einar 12–15 kilometrar breiður. 

Um dagarnar leyp ein ísbjørn á ein av hundunum, sum fólk á einari granskingarstøð í økinum áttu, og hundurin fekk so mikið stóran skaða í álopinum, at hann mátti avlívast. Hundurin var illa bitin av ísbjørnini.

Tá fólk av sýsluskrivstovuni á Svalbard komu til Hornsund, var ísbjørnin rýmd. Ein tyrla hevði flogið í økinum, og hildið verður, at tyrlan var orsøkin til, at ísbjørnin rýmdi, skrivar Svalbardsposturin um dagarnar.

Sagt verður annars av Svalbard, at ísbjarnirnar ræðast ikki serliga illa skot longur, og tí riggar ikki so væl at skjóta leysaskot fyri at fáa tær burtur úr økinum. Í onkrum føri hevur verið neyðugt at reka tær burtur við tyrlu.

Tað eru sambært Svalbardpostinum fleiri ár síðan, at ísbjarnirnar vórðu friðaðar á Svalbard.

##med2##

 

 

Hundur hevur ongan møguleika móti stórari og sterkari ísbjørn.

Hornsund er fjørður á vestursíðuni á Spitsbergen.