Ísfiskalínuskipini eru undir Føroyum

Streymurin verður hampiligur í næstu viku, og tað verður veðrið eisini.

Eitt frystilínuskip er í grønlendskum sjógvi, og eitt fiskar í føroyskum sjógvi.

Eitt frystilínuskip er í grønlendskum sjógvi, og eitt fiskar í føroyskum sjógvi.

 

Flestu ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu.

- Vit vænta, at trý ísfiskalínuskip koma inn at landa mánadagin, og nøkur koma seinni í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Lagt verður aftrat, at okkurt av línuskipunum er nýliga byrjað túr, og tí er ivasamt, um tey koma inn at landa í næstu viku.

- Eitt frystilínuskip fiskar í grønlendskum sjógvi, og eitt frystilínuskip er í føroyskum sjógvi, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

Streymurin verður brúkiligur í næstu viku, og líkt er eisini til, at veðrið verður hampiligt. Tí verður roknað við útróðri, og útróðrarbátarnir fáa at kalla bara tosk og hýsu.

 

 

Eitt frystilínuskip er í grønlendskum sjógvi, og eitt fiskar í føroyskum sjógvi.