Ísland: Stórur fóðurflaki sakk

Nú verður kannað, hví flakin sakk, og kannað verður eisini, um hann skal takast uppaftur.

Fóðurflakin liggur nú á umleið 40 metra dýpi. Mynd: Íslendska Bjargingartænastan

Fóðurflakin liggur nú á umleið 40 metra dýpi. Mynd: Íslendska Bjargingartænastan

 

Eingin fekk skaða, tá ein 25 metrar langur og 12 metrar breiður fóðurflaki sakk við Reyðafjørðin á íslendska eysturlandinum. Veðrið var ruskut á leiðini við nógvum vindi. 

Talan er um fóðurflakan Munnin, sum alifelagið Laxar eigur, og eingin var á flakanum, tá boðini um skipsbrotið komu um 03.30-tíðina sunnunáttina. 

Sambært íslendskum miðlum kom vaktarskpið Thor á leiðina sunnunáttina, men tað var einki, sum skip og manning kundu gera fyri at byrgja upp fyri skipsbrotinum.

Alifelagið Laxar hevði boðað frá, at nógvur sjógvur var komin inn í fóðurflakan, men dentur verður lagdur á, at hvørki fólk ella alifiskur nakrantíð vóru í vanda.

Umborð á fóðurflakanum vóru umleið 10.000 litrar av diesel, men sum skilst, er einki, sum bendir á, at olja higartil er likin úr flakanum.

Enn er ikki greitt, hví fóðurflakin fór at leka, men greitt er, at veðrið hevur verið avbjóðandi á leiðini, og fólk hjá alifelagnum hava eisini beint burtur ís á útgerðini á flakanum.

Sum skilst á íslendskum miðlum hevur Thor verið staddur í økinum síðan skipsbrotið, og nú verður roynt at fáa greiði á, hví flakin sakk, og um hann møguliga skal takast uppaftur.

Fóðurflakin Munnin liggur á umleið 40 metra dýpi.

##med2##

Fóðurflakin liggur nú á umleið 40 metra dýpi. Mynd: Íslendska Bjargingartænastan

Fóðurflaki sakk við Reyðafjørðin á íslendska eysturlandinum.