Ítróttarfelagið Svanur tíggju ár

Í ár eru tíggju ár liðin síðani ítróttafelagið Svanur varð stovnað. Dagurin verður hátíðarhildin við einum stórum ókeypis ítróttartiltakið í Bylgjuni í Runavík

 

 

 

Ítróttarfelagið Svanur, ið hevur heimstað við Saltangará, er ítróttarfelag fyri rørslu ð- og menningartarnað í Eysturoynni.  Svanur, ið varð stovnað í 2009, var fyrsta felag undir ÍSB.

Endamálið við Svani er at fáa rørslu- og menningartarnað í Eysturoynni at íðka ítrótt, soleiðis at tey á tann hátt kunnu fáa likamliga venjing og sosiala samveru.

Svanur hevur ment seg líðandi síðan stovnanina, og er í dag vælvirkandi og virkið felag við hundrað limum. Grundleggjandi virki felagsins er tað sama, sum tá ið felagið varð stovnað, men munurin er kortini tann, at Svanur sum heild er vorðin ein kendur og náttúrligur partur av ítróttar- og mentanarlívinum í Eysturoynni.

Hátíðarhald verður í seinnapartin í dag í Runavík. Klokkan 16 verður ítróttartiltak í Bylgjuni, og klokkan 18 verður móttøka og ábit í Skótahúsinum við Løkin.

Til ítróttardagin verður møguleiki at royna seg í fótbólti, florball (hockey), fimleiki, pílablásing og hondbólti.

Orkestið Ælabogin fer at spæla nøkur løg, og eisini fer fimleikaliðið Loppurnar at framføra.

Øll rørslu- og menningartarnaði eru vælkomin til ítróttardagin, skrivar Ítróttarfelagið Svanur á facebookvanganum.