Ítróttur og frítíðarvirksemi javnsetast

- borgarin skal kunna verða við

Í kommununi hava vit uml. 70 frítíðarfelagsskapir og ítróttarfeløg. Kommunan er í flestu førum ein virkin partur, at skapa karmar til flestu størru ítróttarfeløgini og tað er gott. Nú skulu tey smærru ítróttarfeløgini og frítíðarvirksemini eisini raðfestast.

Sum støðan er í løtuni, verður munur gjørdur frá kommunurnar síðu á ítróttar- og frítíðarvirksemi, og hetta skal broytast, og skulu vit Tórshavnar kommunu verða við, at geva bæði ítrótti og frítíðarvirksemi góðar umstøður. Endamálið skal verða at fáa so nógv børn og ung, at verða saman, virkin og hugbundin í virkseminum og felagsskapinum. Sambært hagstovuni vóru 1. Januar í ár 5574 børn og ung undir 18 ár í kommununi.

Tá hetta er komið í rætt lag og umstøður skaptar, kann borgarin eisini fáa gleði av økjunum, tá tey ikki verða brúkt til skipaða frítíðarvirksemi.

Bjarni Beder, valevni á býráðsvalinum í Tórshavnar kommunu 2020