Uttan fyri Vesturkirkjuna

Har stendur ein standmynd uttan fyri Vesturkirkjuna í Tórshavn, ið mær altíð hevur dámt væl, síðani tann dagin hon kom upp at standa. Men onkursvegna hevur mær altíð dámt hana við einum beiskum smakki í munninum. Í dag veit eg hvørjum hesin smakkurin kemst av. Ikki tí at eg eri farin niður í detaljurnar við henni, men tí at eg havi roynt at síggja heildina í tí stóru kompositiónini

Eg havi hildið mær aftur nú í eitt heilt lív við at siga mína erligu meining um andan í samfelagnum her heima hjá okkum, ið eg altíð havi ynskt mær var nakað betur. Verii og verri er hesin andin vorðin við tíðini. Men nú er tíð hjá mær at siga hana. Og um eg ikki kann siga hana, uttan nakað sum helst víðari, so...