- Ja, eg havi keypt allan handilin

Tá Sune Berglind fór at vitja handilin Vatnsport.fo, tí hann skuldi keypa eina drakt, mundi hann ikki komið aftur. Tá hann kom aftur, spurdi konan, um hann hevði keypt allan handilin.

- Vit eru umgyrd av havi, og tí er tað ikki løgið, at havið og sjógvurin draga, sigur Sune Berglind.

- Vit eru umgyrd av havi, og tí er tað ikki løgið, at havið og sjógvurin draga, sigur Sune Berglind.

 

Sune Berglind, sum eigur og rekur Djórahandilin á Óðinshædd í Havn, har eisini Posta heldur til, hevur nú keypt fyritøkuna, Vatnsport.fo, sum Janus Rein hevur átt. Vatnsport.fo er nú opin sum vanligur handil og húsast eisini á Óðinshædd.

Viðskiftafólk kunnu ganga úr Djórahandlinum og inn í Vatnsport.fo, men handilin hevur eisini egna inngongd á vestursíðuni í bygninginum hjá Posta. Vatnsport.fo heldur fram við nethandlinum við nýggja eigaranum, og nethandilin er opin alt samdøgnið.

- Tað var meira av tilvild, at eg keypti handilin. Mær hevur altíð dámt væl at fingist við tað, sum kann rópast vatnsport, og soleiðis er eisini við børnunum hjá okkum, sum eitt nú eiga vátdraktir.

Sune Berglind sigur, at tað var ein dagin, hann fór at vitja Janus Rein, tí hann skuldi keypa eina drakt. Hann steðgaði nakað leingi, og tá hann umsíðir kom út aftur, spurdi konan hann, um hann hevði keypt allan handilin.

- Tað hevði eg faktiskt, tó at endaliga avtalan millum meg og Janus Rein tó ikki varð gjørd júst hesa løtu. Tað gekk tó ikki long tíð, so hevði eg keypt Vatnsport.fo, sigur Sune Berglind brosandi um svarið til spurningin hjá konu síni henda dagin.

- Vit hava eitt stórt úrval av vátdraktum og turrdraktum og vøra, sum viðskiftafólk spyrja eftir, men sum ikki er á goymslu, kann bíleggjast heim eftir stuttari tíð. Eg havi leigað umleið 140 fermetrar aftrat frá Posta, harav umleið helmingurin av plássinum verður brúkt til vørugoymslu - og hin helmingurin er til nýggja handilin.

Sune Berglind vísir á, at hann hevur verið viðskiftafólk hjá Vatnsport.fo, meðan Janus Rein hevði fyritøkuna, og hetta hevur serliga verið í samband við keyp av vátdraktum. - Konan og eg eiga børn, og er tað nakað, sum børnunum dámar, er tað at spæla sær í einari vátdrakt í ánni ella í sjónum.

Hann vísir á, at sum føroyingar eru vit umgyrd av havi, og tí er tað heldur ikki so løgið, at havið og sjógvurin draga. Eigur tú vátdrakt, kanst tú altíð fara út at hugna tær saman við børnum og vinum, heldur hann fyri.

Vatnsport.fo hevur eisini bæði brimfjalar og vindfjalar í sínum útboði, og um ikki so langa tíð, fer Sune Berglind helst eisini at selja kajakkir, sum hava ein veksandi áhuga í Føroyum. - Vit hava bátar til sleip, og vit hava bæði bjargingarvestar og svimjivestar.

Sune Berglind vísir á, at Vatnsport.fo fevnir breitt, og samanumtikið sigur hann, at nýggi handilin hjá honum á Óðinshædd hevur alt til spæl, bæði undir vatni og oman á vatni.

##med2##

 

 

- Vit eru umgyrd av havi, og tí er tað ikki løgið, at havið og sjógvurin draga, sigur Sune Berglind.

Sune Berglind og Janus Rein, keypari og seljari av Vatnsport.fo