Jakob Elleman-Jensen er nú formaður í Vinstra

Á eyka landsfundi í morgin er Jakob Elleman-Jensen júst valdur til nýggjan formann í danska flokkinum Vinstra.

– Kæru vinir! Minnist til, tað sum vit júst hava veirð ígjøgnum. Minnist til, at hetta ikki skal endurtaka seg.

Tað segði Jakob Elleman-Jensen, tá hann takkaði fyri álitið at vera valdur til nýggjan formann í Vinstra. Hetta fer fram í Herning Kongresscenter í Herning.

Einki annað uppskot var til formann, og tí var Jakob Elleman-Jensen valdur uttan atkvøðugreiðslu.

Jakob Elleman-Jensen er ikki hvør sum helst í danska Vinstraflokkinum, tí bæði pápi og abbi hansara eru kendir vinstramenn. Abbin Jens Peter Jensen var fólkatingsmaður í mong ár frá 1964 fram til 1977, og pápin, Uffe Elleman-Jensen var formaður í flokkinum og uttanríkisráðharri í mong ár. Hann var fólkatingsmaður frá 1977-2002. Hann legði frá sær sum formaður, tá hann tapti fólkatingsvalið í 1998. Tað manglaði bara eitt borgarligt umboð í Fólkatinginum fyri at Uffe Elleman-Jensen skuldi vera – og tað umboðið manglaði úr Føroyum. Edmund Joensen tapti valið við 179 atkvøðum.

Umframt pápan og abban, so er systir Jakob Ellemann-Jensen, Karen Elleman, eisini fólkatingslimur.