Jákup heiðraður fyri sítt arbeiði í Yndi

Ársins Sálarheilsuvirðisløn varð latin eigaranum av Yndi, sum hevur víst stóra vælvild mótvegis teimum, sum hava sálarligar avbjóðingar

Jákup Jacobsen - hetta er ein mynd hjá Yndi Fitness frá í fjør

Jákup Jacobsen - hetta er ein mynd hjá Yndi Fitness frá í fjør

Í áðni varð ársins Sálarheilsuvirðisløn latin Jákupi Jacobsen, sum er eigari av Yndi Fitness í Havn.

Hann varð heiðraður fyri sítt miðvísa arbeiði við kropsligari venjing og fyri at fremja ein hugburð um, at rørsla er týdningarmikil fyri góða likamliga og sálarliga heilsu.

Jákup Jacobsen takkaði so hjartaliga fyri í Østrøm, har stórt tiltak hevur verið í allan dag í sambandi við Altjóða Sálarheilsudagin.

- Eg bleiv uppringdur í gjár og bleiv eitt sindur sjokkeraður. Eg veit ikki ordiliga, hvat eg skal siga. Eg eri heilt ótrúliga takksamur og haldi, tað er deiligt, at kropslig venjing kemur á breddan sum nakað, sum kann hjálpa fyri heilsuna bæði fyri sál og sinn. Túsund takk fyri, segði hann.

Hetta er triðju ferð, Sálarheilsuvirðislønin er latin. Endamálið við virðislønini er at heiðra einum ella fleiri, sum hava gjørt eitthvørt, sum á serligan hátt hevur varpað ljós á sálarheilsu, og gjørt eitt arbeiði fyri at bøta um og/ella arbeiða sálarheilsufremjandi.

 

Jákup Jacobsen - hetta er ein mynd hjá Yndi Fitness frá í fjør