Platini hevði fingið føroysku atkvøðuna

- Hann behøvist ikki banka uppá hjá okkum, tí vit hava fyrr boðað honum frá, at vit hava stuðlað honum, sigur FSF forsetin.

26. februar skal nýggjur FIFA forseti veljast. Tað varð staðfest á tíðindafundi í dag. Nógvir eru um boðið at gerast nýggjur forseti í altjóða fótbóltssamgonguni, men ein teirra, ið tykist at hava hollan stuðul, er núverandi UEFA forsetin, Michel Platini.


Platini er væl dámdur í fótbóltsheiminum og heitt hevur eisini verið á hann, um at stilla upp til valið. Ongin áheitan er tó komin úr Føroyum, men við Kringvarpið í dag, sigur forsetin í føroyska fótbóltssambandinum, Christian Andreassen, at um Platini stillar upp, so kann hann rokna við teirra stuðli.


- Hann hevur ikki fingið nakra áheitan úr Føroyum, men tað veit hann nokk av, at hann behøvist ikki banka uppá hjá okkum, tí vit hava fyrr boðað honum frá, at vit hava stuðlað honum, sigur Christian Andreassen, formaður í FSF, við Kringvarpið í kvøld.