Jan Müller fer um tey sjeyti

Í dag eru sjeyti ár síðani, at Jan Müller, tíðindamaður og fyrrverandi blaðstjóri á Sosialinum, varð føddur

Í dag, langafríggjadag 2. apríl, eru tað 70 ár síðani, at Jan Eiden Müller varð føddur. Blíði, fyrikomandi, arbeiðssami og hjálpsami Jan er tíðindamaður, sum í nógv ár var blaðstjóri á Sosialinum, og sum seinastu meiri enn tíggju árini hevur skrivað um olju og so nógv annað á oljan.fo.

Jan er havnarmaður – sonur Mariu Jacobinu ella Miu, sum hon varð nevnd, og Sten Eiden Müller. Tey búðu úti við Landavegin og fingu tríggjar dreingir – Frank, Jan og Michael – sum allir búsettust í høvuðsstaðnum.

Mia var úr Funningsstovu. Foreldur hennara vóru Christina, nevnd Stina á Oyri úr Vági, og Jóhan Hansen, nevndur Hanneba í Funningsstovu, sum í nógv ár var arbeiðsformaður í timburhandlinum.

Eiden var journalistur. Hann lærdi í síni tíð á Politiken og arbeiddi á Dimmalætting, og so skrivaði hann so nógv annað. Hann var umboðsmaður fyri Reuters, AP,  DPA, TT, Ritzau, norska Aftenposten og donsku vinstrapressuna. Hann skrivaði eisini frá ferðum í útlandinum – eitt nú í Eystureuropa og USA – sum hann gjørdi onkrar sendingar um í tá lutfalsliga nýggja útvarpinum. 

##med4##

Omma og abbi Jan í faðirætt vóru H. C. Müller, sýslumaður og vinnulívsmaður, úr Havn, sum var útbúgvin løgfrøðingur í Keypmannahavn, og Ebba Zahle. Hon var ættað úr Silkeborg og arbeiddi í Privatbankanum í danska høvuðsstaðnum, tá ið tað rann saman millum hana og H. C. Müller.

Zahle er kent navn í Danmark. Eitt nú C. T. Zahle, sum var pápabeiggi frú Müller. Hann hevði arbeitt sum tíðindamaður, áðrenn hann varð løgfrøðingur og sakførari. Hann var í 1905 við til at stovna Radikala Vinstra og var fyrsti radikali forsætisráðharrin og vísti føroyskum viðurskiftum stóran ans.

Ebba og H. C. Müller  fluttu til Føroya, og reiðara- og vinnuvirkið stóð í besta blóma, tá ið hann 36 ára gamal doyði av sponsku sjúku. Tey áttu tveir synir – Ebbe og Eiden – og valið hjá einkjuni var millum at flyta aftur til Danmarkar ella at halda fram við virkseminum í Føroyum. Hon valdi at vera í Føroyum, og hon var eitt konubrot: høgt skattaður reiðari, formaður í reiðarafelagnum, umboð fyri DFDS, var við í nógvum vælgerandi arbeiði og var fyrsta kvinna yvirhøvur, sum kongur gav riddarakrossin. Skrivstovan var í Gongini, og Müllers Pakkhús, sum nú hýsir so nógvum øðrum, var karmur um nógv virki hjá reiðarínum.

Jan tók studentsprógv í Hoydølum í 1971. Hann fór beinanvegin til Keypmannahavnar, har hann snoddaði bæði til arkeologi og samfelagsfrøði, áðrenn hann í 1972 fór á støðisútbúgvingina á Fróðskaparsetrinum, sum tá var spildurnýggj. Her lærdu hann og tey náttúrulærugreinar.

Í 1974 fór Jan undir útbúgving á Danmarks Journalisthøjskole í Aarhus, sum árið fyri var fluttur í nýggj høli á adressuni, sum nú eitur Olof Palmes Allé.

Tað var kanska ikki so undarligt, at Jan valdi hesa yrkisleiðina. Hann gekk harvið í faðirsins fótasporum, og hann valdi at liva av tí, sum hann altíð hevði verið bitin av. Í barnaárunum á Landavegnum var hann kendur arrangørur í spæli og tiltøkum, og tað var heilt tíðliga, at hann fór at skriva og fylgdi við í  útvarpsstøðini Voice of America og las útlendsku bløðini, sum pápin helt, og har Jan millum annað las um kríggið í Vietnam og kappingina millum russarar og amerikumenn um mánan og rúmdina.

Áðrenn hann fór niður til Aarhus, skrivaði Jan um ítrótt – heimligan og útlendskan – í Dagblaðnum, og tað sigst, at Hákun Djurhuus hevði heitt á hann um at vera tíðindablaðstjóri á Dagblaðnum, men hann valdi heldur at fara niður at læra.

Teir vóru tríggir, sum í 1974 fóru niður til Aarhus at læra til journalist. Hinir báðir vóru Johann Mortensen og Árni Gregersen. Teir tríggir høvdu gingið í sama flokki í Hoydølum. Sonne Smith mundi longu vera á skúlanum, tá ið teir fóru undir lestur, og Randi Jacobsen og Jógvan Jespersen vóru skjót aftaná teimum.

Starvslæra í hálvtannað ár var partur av læruni. Jan var í útvarpinum og á Sosialinum, og tá var tað, at tað gjørdist honum greitt, at blaðyrkið var tað, sum fall honum best.

Vilhelm Johannesen og Torfinn Smith stóðu fyri blaðnum, tá ið Jan varð settur í starv. Tá helt Sosialurin til í Sjúrðargøtu, og Jan fór eldhugaður til verka og við virðing fyri øllum persónum og sjónarmiðum. Tað ráddi um at fevna alt landið og at dokumentera við myndum. Við fototóli – oftast fleiri – um hálsin, í tuflum og við ferð og eygunum við øllum, sum gekk fyri seg, var hann at síggja, um tað so var árla ella síðla og gerandis ella heilagt.

Seinni varð flutt út á Argir. Vilhelm var politikari, og tá ið Tórfinn ynskti at gevast sum blaðstjóri, soleiðis hevur Jan greitt frá tí, heitti Jacob Lindenskov á hann um at vera blaðstjóri. Kristian Dahl var fyritaksstjóri og politiskur blaðstjóri, sum tað varð nevnt, og Jan var tíðindablaðstjóri.

Kristian var ungur, tá ið hann varð raktur av herviligari sjúku og doyði. Jan hevði so ábyrgdina einsamallur. Hann var blaðstjóri frá 1984 og fram til 2010.

Dreymurin hjá honum var at gera blaðið til journalistiska avís og at bjóða av í kappingini við Dimmalætting, sum tá var nógv størsta blaðið í landinum. Tað var neyðugt at fáa inntøkur til vega, eitt nú við bingospæli og øðrum tiltøkum fyri at skaffa haldarar. Hetta skuldi vera við til at fíggja størri manning. Eitt nú varð Kalmar Lindenskov settur sum myndamaður á Sosialinum. Og so setti Jan fólk, sum vóru útbúgvin ella á annan hátt høvdu royndir í blaðmannayrkinum. Tey eru fleiri, sum arbeiddu á Sosialinum, áðrenn tey fóru víðari á lívsleiðini. Summi í útvarpið og sjónvarpið og onnur undir hægri lestur og sita nú í lyklastørvum kring landið.

Sosialurin fór frá tveimum útgávum um vikuna og til fimm útgávur, tá ið tað var mest. Hetta var, áðrenn internetið var alment. Upplagið vaks, og Sosialurin mundi eitt skifti verða prentaður í fleiri eintøkum enn nakað annað blað. Jan og Sosialurin vóru skjótir, tá ið møguleikin var har at fara á netið. Avtala varð gjørd við Føroya Tele um at reka portal.fo, og seinni var in.fo veruleiki. Um sama mundið keyptu Jan og fleiri starvsfelagar Sosialin frá javnaðarflokkinum.

Fryntligi Jan hevði ógvuliga nógv samband við fólk á ymsum rókum og við ymsum gávum og evnum í samfelagnum. Hann vísti virðing fyri høgum og lágum og tók royndir at gera frambrot á sivila, vinnuliga, mentanarliga og fíggjarliga og politiska pallinum í stórum álvara. Uttanlands var hann eitt nú sera engageraður, tá ið tað snúði seg um Mandela, sum hann arbeiddi fyri at fáa til Føroya at vitja.

##med2##

Jan fylgdi Guttormi Djurhuus og syrgdi fyri sjónvarpssending úr India, tá ið plastbátarnir úr Kaldbak vóru royndir har, og Guttorm og seinni Atli Dam vitjaðu har yviri. Og Jan fylgdi væl við í hugskotum og royndum hjá eitt nú Tormóði Dahl og John Smith og Knút Nolsøe. Alingin var frammarlaga í Sosialinum, tá ið tað varð stríðst fyri at fáa hana at flyta seg frá royndarvinnu og til vinnu, sum bar vinning, arbeiðspláss og útflutningsinntøkur við sær.

Jan visti nýggjastu søgurnar um royndir í svartkjaftavinnuni, og hann var á blettinum, tá ið tað snúði seg um rættin av veiða rækjur við Svalbard. Jan var altíð framvið, tá ið Árni Olafson, Halgir Winther Poulsen og Atli P. Dam og aðrir samráddust við danir um rættin til ráevni í undirgrundini og við bretar um, hvussu markið millum londini skuldi ásetast.

Tað var í sambandi við, at Jan skrivaði um ágangin frá útlendingum í sambandi við grindadráp, at hann hitti Louis Wilson í London, sum hevur føroyskar røtur, og sum í Bretlandi royndi at kunna um grind og grindadráp. Tað sambandið hevur havt týdning fyri arbeiðið hjá Jan í sambandi við olju.

Eftir at blaðið varð flutt av Argjum og heim í Vágsbotn, syrgdi Jan fyri, at politisk orðaskifti og mentanarlig tiltøk vóru í Miðlahúsinum, tá ið tað annars var trupult at finna hóskandi høli til sovorðin tiltøk í miðbýnum. Kjakið í blaðnum var frammarlaga hjá blaðstjóranum, sum saman við Kára á Rógvi, sála, skipaði fyri, at greinar vórðu útgivnar í bók.

At knýta rættu fólkini aftrat sær er styrki hjá leiðara og ikki minst blaðstjóra. Tað var í tíðini hjá Jan á Sosialinum, at Óli Petersen varð fastur leveradørur av keiputekningum, sum Jan syrgdi fyri vórðu givnar út í árbókum og vístar fram í ólavsøkuframsýningum – fyrsti í smiðjuni í Lítluvík og seinni í Miðlahúsinum. Og tá ið Óli Jacobsen gavst á Fiskimannablaðnum, syrgdi Jan fyri, at hann helt fram at skriva siðsøguligt tilfar, sum síðani hevur verið at sæð í Sosialinum.

##med5##

Tá ið málið um undirgrundina var loyst, varð fokus flutt til at kanna um olja var í føroysku undirgrundini, og hvørjir møguleikarnir vóru at bora eftir olju. Eingin hevur fylgt so væl við í hesum spurningunum sum Jan Müller.

Síðani 2011 hevur Jan burturav arbeitt við at skriva um olju og so nógv, sum hongur uppií tí spurninginum. Eldhugin er tann sami, sum hansara virksemi altíð hevur verið eyðkent av. Jan hevur skrivað nógv um alternativar orkukeldur, men hann heldur framvegis, at føroyingar eiga at gagnnýta oljuna, sum hann er sannførdur um finst í føroysku undirgrundini, og sum tað við skilagóðari útvinning og nýtslu eigur at vera við til at lyfta føroyska búskapin.

Í FOÍB høpi fylgir hann við í tí, sum verður skrivað um oljuvinnu kring allan heimin og stórar íløgur, sum verða gjørdar í eitt nú Kina og Iraq. Hann hevur seinastu meiri enn fjórðingsøldina fóðrað politiska og umsitingarliga myndugleikan við upplýsingum, og hann kennir eina rúgvu av fólki uttanfyri landoddarnar, sum hava við oljuvinnu at gera. Í 2014 gav Jan saman við Tróndi Djurhuus út bókina OLJAN Føroysk vinnu- og samfelagsmenning í 25 ár.

##med3##

Teir í politikki, umsiting og vinnu, sum hava fingið upplýsingar og myndir frá Jan, tá ið teir hava fyrireikað framløgur uttanlands, munnu ikki vera so fáir.

Í barna- og unglingaárum var Jan skóti í SSB. Hann plagar at siga, at skótaferðin, jamboreein, í USA í 1967 var við til at víðka sjónarringin. Jan var strikuspælari í Neistanum, og sum tey flestu á Landavegnum B36ari. Hann hevur spælt billard í næstan hálva øld og verið føroyameistari fýra ferðir.

Jan er giftur Tove Thomsen, sum er ættað úr Klaksvík. Tey búgva á Norðasta Horni. Tove eigur sonin John Norðbúð Thomsen, og tey bæði, Tove og Jan, eiga Duritu og Eyðun.

Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, góði Jan, og takk fyri gott samstarv í meiri enn tredivu ár.                                                             

Jóannes Hansen

Tað var tann tíð, tá ið Jan skrivaði nógv um Nelson Mandela. Her er hann frammanfyri standmynd av Mandela í Johannesburg í Suðurafrika

Jan frammanfyri skrivstovuna á Kletti í Bringsnagøtu

Í 1996 hevði Jan á oljumessu í Stavanger samrøðu við 37 ára gamla Jens Stoltenberg, sum tá var vinnu og orkumálaráðharri í Noregi