Vencil aftur útkomin

Tíðarritið Vensil er útkomið fyri 15. ferð

Skaldskaparritið Vencil er nú útkomið aftur. Í 15. útgávuni av ritinum eru føroyskir upprunatekstir og týðingar úr ymiskum útlendskum málum.


Uppunastuttsøgurnar í Vencli 15. hava Annika Skaalum, Sólrún Michelsen, Ludvík á Brekku, Jón Thorsteinsson, Sámal Soll, Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð skrivað.

 

Upprunayrkingarnar hava Ludvík á Brekku, Bina Svartá, Hans Erik Hansen og Lív Maria Róadóttir Jæger skrivað, og debutantarnir hesa ferð eru Bina Svartá og Hans Erik Hansen.

 

Týddu yrkingarnar eru eftir Randi Ward, Claus Carstensen og Ninu Malinovski og týddu stuttsøgurnar eru eftir Ernest Hemingway, Merethe Lindstrøm, Gabriel García Márquez.

 

Permuna á Vencli 15. hava rítstjórarnir báðir gjørt. Hon er, sum so nógvar aðrar venclapermur, prentað á Steinprenti.

 

Í sambandi við, at Vencil 15. er komin út, verður útgávuløta á Býarbókasavninum týskvøldið 28. apríl, frá klokkan 20.00 til 21.00.

 

Ritstjórarnir fara at greiða frá um Vencil, og hvussu framtíðin hjá honum fer at síggja út. Eisini fer Marianna Hoydal at greiða frá um at týða Gabriel García Márquez. Annika Skaalum og Sámal Soll fara at lesa upp.