- Soleiðis, sum fiskivinnuskipanin er lagað, eru fýra útróðrarmenn í fulltíðarstarvi vorðnir arbeiðsleysir fram til 1. januar 2020, sigur Janus Rein.

Janus Rein er rasandi

- Høvdu embætisfólk í Havn funnið seg í tílíkum arbeiðsumstøðum og viðferð? Nei, eg hugsi ikki - og eg spýggi! sigur Janus Rein í kvøld.

- Soleiðis, sum fiskivinnuskipanin er lagað, eru fýra útróðrarmenn í fulltíðarstarvi vorðnir arbeiðsleysir fram til 1. januar 2020, sigur Janus Rein.

 

Janus Rein, sum nógvir føroyingar kenna úr flúgving og politikki, er ikki blíður í kvøld. Fyrr í heyst keypti hann saman við vinmanni sínum í Hvannasundi, Gunduri Sørensen, stóra kanadiska útróðrarbátin, Grindafoss, sum teir valdu at kalla Anru - eftir báðum ommunum hjá teimum.

Gundur Sørensen er óførur útróðrarmaður, og hevur saman við sínum monnum á bátinum longu gjørt nógvar góðar túrar við línu. Men, nú er báturin lagdur fyri restina av hesum árinum, tí allir dagarnir í bólki 5B, har báturin hevur sítt loyvi, eru brúktir.

Í kvøld hevur Janus Rein tískil eitt rættiligt hjartasuff á sínari Facebook-síðu, har hann sigur seg vilja senda eina høgtvirda tøkk, sum hann málber seg, til fyrrverandi fiskimálaráðharran og embætisfólk í Havn.

Janus Rein vísir á, at soleiðis, sum fiskivinnuskipanin er lagað, eru fýra útróðrarmenn í fulltíðarstarvi nú vorðnir arbeiðsleysir fram til 1. januar 2020.

- Hetta er vegna "fantastisku" evnini, sum hesi fólk hava at skilja og gera kunngerðir, sum stýra umstøðunum í føroysku fiskivinnuni - í hesum førinum viðvíkjandi bólki 5A og 5B.

Hann sigur, at hóast Anru telist millum bestu útróðrarbátar í heyst - um hann ikki er hin besti - og hóast bólkur 5A ikki er lagdur, so eru "evnini" hjá omanfyrinevndu beinleiðis orsøkin til, at Anru nú er lagdur, og menninir eru sendir til hús.

- Høvdu embætisfólk í Havn funnið seg í tílíkum arbeiðsumstøðum og viðferð? Nei, eg hugsi ikki! Eg spýggi! sigur hann.

Janus Rein leggur aftrat, at í kvøld eru tankar hansara í fyrsta lagi hjá Gunduri Sørensen, manning hansara og teirra familjum. - Tað er, tá órættvísi sýnist størst, at man finnur sínar vinir, leggur hann aftrat.

##med2##

- Soleiðis, sum fiskivinnuskipanin er lagað, eru fýra útróðrarmenn í fulltíðarstarvi vorðnir arbeiðsleysir fram til 1. januar 2020, sigur Janus Rein.

Janus Rein (mynd) og Gundur Sørensen eiga Anru.