Jarðarferðin hjá Heindriki gav kongshúsinum hall

Útreiðslurnar hjá danska kongshúsinum hækkaðu í fjør, tá Heindrikur prinsur var sjúkur, doyði og varð jarðaður.

Tað var ikki rættiliga javnvág í búskapainum hjá kongshúsinum í 2018.

Inntøkurnar hjá kongshúsinum vóru 81,6 milliónir krónur, men fleiri pengar vóru brúktir, og tilsamans endaði tað við einum halli upp á 1,6 millónir krónur.

Tað vísir roknskapurin hjá kongshúsinum, sum varð almannakunngjørdur í dag.

Hallið stóðst av millum annað, at kongshúsið hevði serligar útreiðslur í sambandi við sjúku, deyða og jarðarferðina hjá Heindriki prinsi.

Heindrikur Prinsur doyði 13. februar í 2018 og varð jarðarður eina viku seinni.

Umframt vóru útreiðslur í sambandi við 50 ára føðingardagin hjá Fríðriki krúnprinsi, sum hevði rundan dag 26. mai í fjør.

Harumframt vóru útreiðslur í sambandi við ríkisvitjan í Frankaríki og ein veitsla fyri stjórnini og Fólkatinginum og fyri donsku limirnar í Evropatinginum.

Kongshúsið skrivar í roknskapinum, at skerjingar eru gjørdar í starvsfólkatali eftir at Heindrikur prinsur doyði. Tað hevur hjálpt til at avmarka hallið.

Í 2019 væntar kongshúsið, at tað verður javnvág aftur millum inntøkur og útreiðslur.

 

/ritzau/