Jarðir hevur keypt økisnavnið Hiking.fo frá Pól Sundsskarð

Í gjár varð avtala gjørd millum Jarðir Spf og Hiking Spf um, at Jarðir keypir økisnavnið hiking.fo og heimabeiti.fo frá Pól Sundskarð.

Pól Sundskarð fer at halda fram við at reka sítt virksemið sum ferðaleiðari. Við hesum nýggja pallinum fer Sp/f Jarðir at samskipa og framhaldandi at menna ferðavinnutilboð kring landi.

Í hesum sambandi hevur Jarðir sett John Mortensen úr Klaksvík í starv sum samskipara av virkseminum, boðar Jarðir frá í tíðindaskrivi.

##med2##

Á myndini síggjast: Sigert Paturson, stjóri, Niels Th. Pedersen, nevndarformaður, Pól Sundskarð, Símun Gullaksen, nevndarlimur, Dánial Christoffersen, nevndarlimur og John Mortensen, samskipari.