Jasmin & Fremmand í Tøting

Konsert verður leygarkvøldið 15. januar í Tøting við Jasmin og Fremmand

Jasmin spældi eina minniliga konsert í Tøting í 2018, tá saman við bólkinum Dreamer´s Circus. Hendan konsertin verður enn umrødd sum ein heilt serliga góð konsert ímillum tey, sum vóru áhoyrarar hetta mai kvøld í Tøting.
Jasmin hevur verið sera virkin síðani, og tí hevur Jasmin Mote og bólkur hennara ment seg og framleitt nógv nýtt tilfarð síðani.

Fremmand vóru á palli í Tøting seinast í september í fjør. Hetta er ein áhugaverdur bólkur við stórari ljóðmynd og nógvari orku.
Bólkurin er stovnaður í Danmark, tó við føroysku sangarinnuni Janu Hjalgrímsdóttir fremst á pallinum. Nýliga er ein áhugaverd broyting farin fram í bólkinum, tá dugnaligi føroyingurin Sigmund V. P. Zachariassen er komin uppí sum gittaristur, og harvið hevur ein gittari avloyst ein ljómborðspælara.
Umframt føroysku Janu og Sigmund, eru tveir danir Tobias Weltzer á trummum og Rico Holmer Andersen á bassi, hesir báðir hava somuleiðis sterk familjubond til Føroyar.
Føroyska sangarinnan í bólkinum Jana Hjalgrímsdottir skrivar tekstirnar á føroyskum og enskum, og eitt nú lagið "Í Sprekkunum", hevur fingið serliga góða móttøku í Føroyum.