Jaspur og Høgni umboða Føroyar

Løgtingið valdi í gjár umboð í Norðurlandaráðið og Útnorðurráðið

Tað verða Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum og Høgni Hoydal úr Tjóðveldi, ið næstu árini koma at umboða Føroyar, tá tingfólk úr norðurlondum savnast í Norðurlandaráðnum. Tað bleiv avgjørt á tingfundinum í gjár.

Um teir av onkrari orsøk ikki liggur fyri hjá teimum báðum at møta í Norðurlandaráðnum møtir Johan Dahl í staðin fyri partamannin Jaspur Langgaard og Aksel V. Johannsen úr Javnaðarflokkinum fyri Høgna Hoydal.

Val var eisini av umboðum í Útnorðurráðið í gjár, har seks umboð og seks varalimir skuldu veljast. Á tingfundinum í gjár blivu Edva Jacobsen úr Sambandsflokkinum, Heðin Zachariasen úr Fólkaflokkinum, Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, Henrik Old úr Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal úr Tjóðveldi og Poul Michelsen úr Framsókn vald at umboða Føroyar í parlamentariska samstarvinum millum londini í útnorði.

Varalimir í Útnorðurráðnum eru Magnus Rasmussen fyri Sambandsflokkin, Annika Olsen fyri Fólkaflokkin, Bill Justinussen fyri Miðflokkin, Bjarni Hammer fyri Javnaðarflokkin, Kristina Háfoss fyri Tjóðveldi og Bjarni Kárason Petersen fyri Framsókn.